Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

BETRI STUÐUL

Enn betri stuðul

Betri er eitt felag, vit eiga í felag. Saman og í felag mynda og menna vit okkara samfelag, so tað gerst betri.

Her hava vit øll ein leiklut og vit kunnu øll gera ein mun.

Tí at saman eru vit betri.

Vit saman um landslið

Hetta bragdið hevur longu samansjóvað okkum. Fingið okkum at ernast og at rætta ryggin. Tí lat Betri í fjør Hondbóltssambandinum 2,5 milliónir til at fyrireika EM-endaspælið. 

Eitt landslið er jú meiri enn einstøku leikararnar. Avrikið er størri enn úrslitini. Tí tað byggir á baklandið. Á gerandisvenjingar og gerandishetjur. 

Á felagsskapin. Tað dregur okkum øll við. 

Eitt landslið er eitt lið, vit eiga í felag

Vit skapa tryggleika í Føroyum

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. mars, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. oktober