Adventskalendarin 2019

Aftur í ár letur Betri Stuðulsgrunnurin peningagávur til vælgerandi endamál og onnur, sum onkursvegna gera jólini betri fyri síni medmenniskju.

Sum ein stór fyritøka í Føroyum hava vit stóra ábyrgd at virka føroyska samfelagnum at gagni. Ein partur av hesari ábyrgd er at lata stuðul gjøgnum stuðulsgrunnin hjá Betri. Tí hava vit seinastu árini í decembermánaði latið adventsgávur til tey, sum hava tørv á tí. Sjálvbodnar felagsskapir, vælgerandi endamál og onnur, sum kunnu gera gerandisdagin lættari hjá fólki.

Fylg við adventskalendarinum á facebookvanganum hjá Betri.

Hesi hava fingið adventsgávu í 2019:

1. Adventsgáva

• 150.000 krónur til Sinnisbata
• 50.000 krónur til Barna- og Ungdómspsykiatriina

2. Adventsgáva

• 50.000 krónur til Barnaheimið
• 50.000 krónur til Berin Sorgarbólkar
• 50.000 krónur til Eydnudeild Føroyar
• 50.000 krónur til Ælabogan

3. Adventsgáva

• 50.000 krónur til Gloym meg ei
• 50.000 krónur til ADHD-felagið
• 50.000 krónur til Kris Føroyar
• 50.000 krónur til Fountainhúsið

4. Adventsgáva

• 50.000 krónur til Jólahjálpina – Barnabati
• 50.000 krónur til Kvinnuhúsið
• 50.000 krónur til Herbergið
• 50.000 krónur til jólahald hjá KFUM í Klaksvík, KFUK í Tórshavn og á Beitinum í Miðvági

Jólagáva jólaaftan

• 300.000 krónur til Bláa Kross – øll hava rætt til góð barnaár
• 150.000 krónur til umstøður hjá børnum á sjúkrahúsum kring landið