Náttarravnarnir í Tórshavn

Náttarravnarnir í Tórshavn hava brúk fyri fleiri Náttarravnum, sum vilja vera við til at gera náttarlívið hjá teimum ungu tryggari.

Betri hevur stuðlað Náttarravnunum í einum átaki at fáa fleiri Náttarravnar, har ein lýsingarfilmur var framleiddur.

Um tú ynskir at koma út við Náttarravnunum, so send teimum eini boð á nattarravnarnir@gmail.com ella ring til Náttarravnarnar á tel. 256 700.