Økja kunning um CTD sjúkuna

Í Føroyum er CTD lutfalsliga nógv vanligari sammett við onnur lond. Mett verður, at 1 út av hvørjum 300 føroyingum hevur CTD-sjuku, samanborið við t.d. Japan, har 1 utav 40.000 hava sjúkuna.

Í Føroyum eru tað bert útvið helvtin av øllum føroyingum, sum hava latið seg kanna fyri CTD. Tað er lívshættisligt at liva við óviðgjørdari CTD-sjuku, og øll eiga tí at lata seg kanna fyri hesa sjuku. Tó vita enn ov fáir føroyingar, hvussu stórt sannlíki er fyri at hava sjúkuna, og hvussu vandamikil hon er.

Stuðulin varð latin, fyri at felagið kundi økja um tilvitanina um CTD sjúkuna við nýggjari heimasíðu og kunning við tí endamáli at fáa allar føroyingar at kanna seg fyri CTD, soleiðis at ongin føroyingur doyr av sjúkuni.