Treytir

Endamálið hjá Betri stuðulsgrunninum er at skapa tryggleika umvegis stuðul til vælgerandi endamál.

Søkjast kann millum annað stuðul til virksemi, ið er:

Skaðafyribyrgjandi

Sjúkufyribyrgjandi

Tryggleikaskapandi

Stuðul kann eisini latast til annað samfelagsgagnligt virksemi, millum annað til list, gransking og mentanarlig átøk.

Grunnurin letur ikki stuðul til:

  • uttanlandsferðir
  • virksemi uttanfyri Føroyar
  • virksemi við handilsligum/vinnuligum endamáli
  • ideologiskum virksemi (átrúnaðarligum, politiskum o.t.)
  • tónleika- og bókaútgávur – uttan tá hesar eru til skaða- ella sjúkufyribyrgjandi ella tryggleikaskapandi endamál

Granskingarverkætlanir

Einaferð um árið (um heystið) tekur Betri stuðulsgrunnurin støðu til umsóknir um granskingarstuðul. Grunnurin stuðlar serliga gransking, ið kann metast at vera sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi ella tryggleikaskapandi í Føroyum. Dentur verður lagdur á tíðaravmarkaðar verkætlanir, ið gera ítøkiligan mun heldur enn grundgransking.

Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur latið stuðul til. Váttan/prógv um stuðul frá veitara skal leggjast við umsóknini.

Stuðulin er treytaður av, at full fígging fæst til verkætlanina. Um full fígging ikki fæst skal hetta fráboðast grunninum. Somuleiðis skal tað fráboðast grunninum, um endamál ella innihald í verkætlanini verður broytt, eftir at stuðulin er játtaður, tí so skal søkjast um, at stuðulin kann varðveitast.

Innan hálvt ár eftir stuðul er latin skal teldupostur sendast til stuðulsgrunnin við prógv fyri, at stuðulin er nýttur til endamálið ella at tørvur er á longri tíð. Tá granskingarverkætlanin er av skal úrslitið sendast til stuðulsgrunnin.