Um Betri Stuðulsgrunnin
Fremsta endamálið hjá grunninum er at skapa tryggleika umvegis stuðul.
Stuðul verður fyrst og fremst latin til virksemi, ið er:
Skaðafyribyrgjandi
Sjúkufyribyrgjandi
Tryggleikaskapandi
Stuðul kann í ávísum førum eisini latast til annað samfelagsgagnligt virksemi, millum annað gransking og mentanarlig átøk. Stuðul verður ikki latin til rakstur.
Ognarfelag Tryggingartakaranna stovnaði grunnin í 2016. Í nevndini í grunninum sita 4 limir, ið Ognarfelagið velur. Nevndarformaður/-kvinnan í Betri PF er formaður/-kvinna í grunninum. Ongin samsýning verður latin fyri nevndararbeiðið.
3 ferðir um árið viðger nevndin umsóknir, ið eru innkomnar.