Onki úrslit
Onki úrslit
BETRI STUÐUL
Endamálið við filmsstuðlinum, sum Betri Stuðul letur, er at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum. Høvuðsdentur verður lagdur á at stuðla føroyskari fiktión: Talan skal vera um føroyskan film burturav ella film, sum í høvuðsheitinum hevur føroyska søgu og verður gjørdur av føroyskum filmsfólkum.
Stuðulin verður veittur í tveimum høvuðsbólkum: (1) Menning av verkætlanum og (2) Framleiðslu og liðugtgerð. Treytirnar til umsóknir fyri hvønn av hesum bólkum eru lýstar neyvari niðanfyri.
Heimildarfilmar (dokumentar) og útlendskar verkætlanir fáa í høvuðsheitinum ikki stuðul. Stuðul verður veittur til føroyskar fiktiónsverkætlanir. Tó kann stuðul verða veittur útlendskum verkætlanum til eftirarbeiði, sum verður gjørt í Føroyum – eitt nú til VFX, tónleikakompositión og tóneleikaupptøkur. Stuðulsupphæddin kann ikki verða hægri enn upphæddin, sum verður brúkt í Føroyum.
Ein lítil partur av samlaða filmsstuðlinum fer til talentmennandi tiltøk. Hesum skipar Filmshúsið fyri, og tí kann stuðul ikki søkjast til hendan partin. Um tú hevur ynski á hesum øki ber til at venda tær til Filmshúsið.
Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. juni (einans granskingarverkætlanir) og 15. september