Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Reyði Krossur Føroyar

Við sjálvbodnari orku virkar Reyði Krossur Føroya fyri at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin. Betri Stuðul hevur í mong ár stuðla teirra arbeiði. Eitt av afturvendandi tiltøkunum, vit stuðla, er heiðursløn til Ársins fyrstuhjálpara – eitt átak, sum er við til at betra um trygdina hjá okkum øllum. Nýggjasta átakið, vit hava gjørt saman við Reyða Krossi er at geva øllum 7. flokkum í Føroyum skeið í 1. hjálp.

1. hjálparskeið til allar 7. flokkar

Allir 7. flokkar í Føroyum fingu eina heilt serliga jólagávu í 2022. Tey sleppa at taka fyrstuhjálparskeið og læra, hvussu tey skulu bera seg at, um onkur smellur um ella tey verða fyrst á staðnum í eini vanlukku. Mentamálaráðið, Reyði Krossur og Betri samstarva um átakið.

Tað verða fólkaskúlarnir við Mentamálaráðnum á odda, sum saman við Reyða Krossi Føroya standa fyri hesi gávuni, ið Betri letur og fíggjar.

Hugskotið er einfalt: Børn eru nom í hesum aldrinum, og tey eru hartil nóg búgvin til at taka ábyrgd í eini álvarsamari støðu, um tey hava fingið góða frálæru í, hvussu tey skulu bera seg at.

Tey gerast í hesum aldrinum støðugt meiri sjálvbjargin og taka lut í alsamt fleiri sosialum samanhangum. Eisini har eingin vaksin er til staðar.

Duga tey fyrstuhjálp, kunnu tey bjarga lívinum á øðrum, um illa vil til. Tað er besta gávan, vit kunnu geva – bæði næmingunum og samfelagnum, sum heild. Tað er ein íløga í eitt hægri trygdarstig, tí tess fleiri, ið duga fyrstuhjálp, tess tryggjari eru vit øll.

Tað er vorðið siðvenja, at stuðulsgrunnurin hjá Betri letur peningagávur undan jólum, ið antin skapa tryggleika, fyribyrgja sjúku ella gagna samfelagum. Og í ár verða tað so allir 7. flokkar í Føroyum, sum fáa eina stóra jólagávu – nevniliga førleikarnar at bjarga lívinum á øðrum.

Fyriskipararnir ætla, at átakið skal verða afturvendandi.

Ársins 1. hjálpari

HVAT ER EITT LÍV VERT?

Heilsanin til Ársins Fyrstuhjálparar frá Ingunn Eiriksdóttir, stjóra í Betri Trygging, tá ið hon handaði teimum heiðursbræv og peningagávu

Góðu tit øll.

Lat meg byrja við at seta ein spurning.

Hvat er eitt lív vert?

Hvat virði hevur tað fyri eitt foreldrapar at síggja barn sítt vaksa upp? Ella fyri eini hjún at kunna gerast gomul saman? Ella fyri eitt barn at hava foreldrini at styðja seg til?

Hvat virði hevur tað?

Tað ber ikki til at svara. Tí svarið er jú, at virðið er óendaligt.

Og tí kunnu vit heldur ikki seta virði á tað, sum tit, fyrstuhjálparar, gera, tá ið tit bjarga lívi.

Tann hjálpin, sum tit veita, røkkur langt útum ta einu, kritisku støðuna, tá ið tað leikar hart á. Tað handlar jú um alla restina av lívinum.

Og restin av lívinum handlar ikki bara um hetta eina menniskja, sum tit bjarga. Tað handlar eisini um øll tey mongu, sum á ymsar mátar varða av. Tað handlar um familju og vinir. Um starvsfelagar, ítróttafelagar og onnur, ið standa nær.

Tit hava bjargað einum lívi. Men við at gera tað, hava tit samstundis bjargað eini rúgvu av fólki. Undan svárum missi. Undan sorg og sakni. Tit hava eisini bjargað øllum tí, sum annars hevði verið kvett av: Relatiónir, samrøður, hendingar, upplivingar og sambond.

Men tit handlaðu skjótt.

Og akkurát orðið ”skjótt” er eitt lyklaorð. Fyrstuhjálparar mugu hugsa skjótt. Og handla skjótt. Og tá ið tit tveita alt frá tykkum og leypa avstað fyri at gera tað, sum krevst, ja, so er tað eingin samsýning og eingin tøkk, sum røkkur.

Tí virðið er óendaligt.

Men vit eru errin av at kunna lata ársins fyrstuhjálpara eina tøkk og eina virðisløn her í dag.

Nú Reyði Krossur árliga heiðrar ársins fyrstuhjálparar, fáa vit øll eina áminning um týdningin av at duga fyrstuhjálp. Tí jú fleiri kunnu traðka til – jú tryggari eru vit øll.

Á teimum tilnevndu í ár síggja vit, at tað kann henda ein púra vanligan dag heima við hús. Ella tá ið tú fert út at spáka ein túr við vinum. Ella umborð á skipi. Vit síggja, at vandamiklar støður kunnu uppstanda ímillum børn í frítíðarskúla, eins væl og ein vanligan dag til arbeðis.

Tað kann henda allastaðni – altíð.

Tí fegnast vit eisini um, at Betri nú rindar fyri eitt átak, sum skal læra allar 7. floks næmingar í landinum fyrstuhjálp. Vit halda, at hetta er besta gávan, vit kunnu veita – og vit eru sera fegin um, at myndugleikar og skúlar hava tikið so væl ímóti hugskotinum.

Eg vil at enda takka tykkum øllum, sum ár um ár skipa fyri hesum tiltakinum. Sum minna okkum á, hvussu tætt vit øll eru knýtt saman – og hvussu vit altíð halda lívinum á næstanum í lógvanum.

Og mest av øllum: takk tit, sum hugsaðu og handlaðu skjótt. Virðið á tykkara handlingum kann ikki lýsast.

Takk fyri.

Samarittarnir

Betri er høvuðsstuðul hjá samarittunum, ið fyribyrgja skaðar og skapa trygd til flestu stevnur, festivalar og tiltøk kring landið.

Sjálvboðin í samaritt-tænastuni hava góða útbúgving innan fysiska og sálarliga fyrstuhjálp og arbeiða við at veita fyrstuhjálp til alt frá smásnuddum til størri skaðatilburðir og at geva professionel boð víðari til eitt nú sjúkrabil og løgregluna.

Harumframt stuðlar Betri Stuðulsgrunnurin Reyða Krossi við 200.000 krónum til at skipa fyri einari týðandi váðakanning í Føroyum út frá altjóða leisti, sum skal lýsa, hvørjir váðar eru til staðar í Føroyum í dag, og hvat kann væntast í framtíðini. Hendan vitan skal brúkast til at eyðmerkja vandar og harvið fyribyrgja og skipa tilbúgving.

Váðameting

Betri Stuðulsgrunnurin stuðlar Reyða Krossi við 200.000 krónum til at skipa fyri einari týðandi váðameting í Føroyum út frá altjóða leisti, sum skal lýsa, hvørjir váðar eru til staðar í Føroyum í dag, og hvat kann væntast í framtíðini. Hendan vitan skal brúkast til at eyðmerkja vandar og harvið fyribyrgja og skipa tilbúgving.

Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi, sigur

– Stuðulin hjá Betri kemur væl við og ger, at Reyði Krossur veruliga fær betra um humanitera hjálpararbeiðið í Føroyum.

Reyði Krossur fer at brúka váðametingina til at menna trygdina í Føroyum, herundir at lýsa humaniterar váðar í føroyska samfelagnum, hvørjir samfelagsborgarar eru í størsta váða, og hvørjar førleikar føroyska samfelagið hevur fyri mótstøðuføri og at loysa hesar avbjóðingar. Á leið 30 serfrøðingar innan tilbúgving og sosialt arbeiði í Føroyum hava játtað at vera við í kanningini.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september