Onki úrslit
Onki úrslit
Sjúkrahúsverkið er ein hornasteinur undir okkara vælferðarsamfelagið. Fremsta endamálið hjá Betri Stuðli er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Tí hava vit, í serligum førum, stuðla sjúkrahúsverkinum, eitt við 10 mió. kr. í bráðfeingishjálp til útgerð at kanna og basa korona-farsóttini í Føroyum.
Betri samtakið lat 10 mió. kr. í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Stuðulin varð latin til útgerð at kanna og basa korona-farsóttini í Føroyum.
“Hetta ger sera stóran mun hjá okkum, tí kostnaðurin av júst hesi útgerð er vaksin sera nógv, nú eftirspurningurin er vaksin so brádliga um allan heim. Vit eru sera takksom. Eg havi verið í sambandi við landsstýrismannin við heilsumálum, sum eisini vil senda eina hjartans tøkk,” segði Steinar Eirikstoft, forstjóri fyri sjúkrahúsverkið.
Umframt fíggjarliga stuðulin til sjúkrahúsverkið, vóru húsini sum Betri Samtakið eigur, tøk hjá heilsumyndugleikunum, til at hýsa teimum, sum høvdu tørv á at fara í sóttarhald.
”Betri er eitt serføroyskt samtak, sum kundarnir eiga, ið hevur sum endamálsorðing at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Tí liggur tað okkum nær at stuðla í hesum truplu tíðum fyri føroyska samfelagið,” segði Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum í Betri, sum umsitur Betri Stuðul.
Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september