Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Filmshúsið

Filmshúsið og Betri Stuðul gjørdu á vári í 2023 avtalu, sum tryggjar føroyskum filmi tríggjar milliónir yvir trý ár. Stuðulin skal brúkast til at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum, at stuðla talentmenning, og at stuðla ítøkiligum verkætlanum við munagóðum upphæddum. 

HEARTIST

HEARTIST er heimildarfilmur um listakvinnuna Sigrun Gunnarsdóttir. Filmurin var heimsfrumsýndur á viðurkenda filmsfestivalinum CPH:DOX í Keypmannahavn tann 19. mars, 2023. Við leikstjórunum Marionnu Mørkøre og Beintu á Torkilsheyggi er filmurin ein estetisk og nútímans lýsing av listakvinnuni, sum virkar á Eiði, sýnir framm kring allan heim og altíð arbeiðir málrættað við málningalistini. Rógvi Rasmussen var myndamaður, og Ólavur Jákupsson gjørdi tónleikin og ljóðmyndina. Marianna Mørkøre klipti filmin, og animatiónirnar gjørdi bretska Katy Beveridge. Rógviper og Kykmyndir hava í felag framleitt filmin, ið eisini er stuðlaður av Norddok – filmar um Grønland, Føroyar og Danmark – umframt Mentamálaráðnum, Eiðis kommunu, Betri og er framleiddur í samstarvi við KVF.

Fyrstu pengarnir latnir føroyskum verkætlanum

Níggju umsóknir komu inn til fyrsta umsóknarumfar. Samanumtikið varð valt at miðja eftir at veita um 500.000 kr. í stuðli hetta umfarið, og áleið somu upphædd næsta umfar, sum hevur umsóknarfreist 1. november 2023.Tvær umsóknir fingu stuðul: Tórfinnur Jákupsson fekk 150.000 kr. til at menna sjónvarpsrøð, sum hevur arbeiðsheitið “Tinganes”, og Jón Hammer fekk 350.000 til at gera verkætlanina “Eitt sindur um hvussu vit elska” lidna. Sostatt veittu vit 500.000 kr. í stuðli í hesum umfari. Filmshúsið fegnast um undirtøkuna og metir, at tað er ein styrki, at greiðar treytir eru settar fyri stuðulin. Hesar treytir skulu endurskoðast og gerast enn greiðari. Hetta ger verkætlanirnar greiðari og viðgerðina av umsóknum munandi betri og lagaligari.

Filmsstuðulin, sum Betri Stuðul veitir, verður umsitin av einari redaktión, sum er mannað av tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboðið fyri Felagið Føroysk Filmsfólk.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september