Onki úrslit
Onki úrslit
BETRI STUÐUL
Hevur tú eitt hugskot, sum kann gera okkum tryggari, bøta um heilsuna, ella gera samfelag okkara betri? So ber til at søkja okkum um stuðul. Á síðuni kanst tú lesa meira um treytir og økini, vit stuðla.
Til ber at søkja um stuðul til virksemi, ið fylgir treytunum, sum eru galdandi fyri Betri Stuðul.
Tú søkir við at útfylla talgilda umsóknarblaðið niðanfyri.
Umsóknarfreist til verkætlarnarstuðul er 15. november 2023
Her kanst tú kunna teg um hvat Betri stuðul stuðlar og ikki stuðlar
Endamálið er, at skapa tryggleika umvegis stuðul, undantikið rakstrarstuðul, til virksemi, ið gagnar tryggingartakarum, og virksemi ið er innanfyri tey trý stuðulsøkini
15. september, 15. november, 15. februar
Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi innan 6 vikur eftir at umsóknarfreistin er farin.
Nevndin í Betri Stuðul viðgerð og tekur støðu til allar innkomnu umsóknirnar.
Nevndin er mannað av tveimum limum úr nevndini í Betri p/f og tveimum limum úr Umboðsráðnum.
Umsóknarfreist er 15. september, 15. november og 15. februar