Onki úrslit
Onki úrslit
BETRI STUÐUL
Einaferð um árið tekur Betri Stuðul støðu til umsóknir um granskingarstuðul. Betri Stuðul stuðlar serliga gransking, ið kann metast at vera sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi ella tryggleikaskapandi í Føroyum. Dentur verður lagdur á tíðaravmarkaðar verkætlanir, ið gera ítøkiligan mun heldur enn grundgransking.
Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur latið stuðul til. Váttan/prógv um stuðul frá veitara skal leggjast við umsóknini.
Stuðulin er treytaður av, at full fígging fæst til verkætlanina. Um full fígging ikki fæst skal hetta fráboðast grunninum. Somuleiðis skal tað fráboðast grunninum, um endamál ella innihald í verkætlanini verður broytt, eftir at stuðulin er játtaður, tí so skal søkjast um, at stuðulin kann varðveitast.
Innan hálvt ár eftir stuðul er latin skal teldupostur sendast til Betri Stuðul við prógv fyri, at stuðulin er nýttur til endamálið ella at tørvur er á longri tíð. Tá granskingarverkætlanin er av skal úrslitið sendast til Betri stuðul.
Næsta umsóknarfreist til granskingarstuðul er 15. juni 2025
Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur latið stuðul til. Váttan/prógv um stuðul frá veitara skal leggjast við umsóknini.
Stuðul verður ikki latin einstaklingum ella fyritøkum, sum av sínum eintingum granska í evnum uttan at vera knýtt at fakligum stovni.
Umsóknarfreist at søkja granskingarstuðul er 15. juni. Umsøkjarar fáa svar í seinasta lagi innan 6 vikur eftir at umsóknarfreistin er farin.
Nevndin í Betri Stuðul viðgerð og tekur støðu til allar innkomnu umsóknirnar.
Nevndin er mannað av tveimum limum úr nevndini í Betri p/f og tveimum limum úr Umboðsráðnum.
Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur latið stuðul til. Váttan/prógv um stuðul frá veitara skal leggjast við umsóknini.
Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september