Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

BETRI STUÐUL

Søk um filmsstuðul

Endamálið við filmsstuðlinum, sum Betri Stuðul letur, er at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum. Høvuðsdentur verður lagdur á at stuðla føroyskari fiktión: Talan skal vera um føroyskan film burturav ella film, sum í høvuðsheitinum hevur føroyska søgu og verður gjørdur av føroyskum filmsfólkum.

Stuðulin verður veittur í tveimum høvuðsbólkum: (1) Menning av verkætlanum og (2) Framleiðslu og liðugtgerð. Treytirnar til umsóknir fyri hvønn av hesum bólkum eru lýstar neyvari niðanfyri.

Heimildarfilmar (dokumentar) og útlendskar verkætlanir fáa í høvuðsheitinum ikki stuðul. Stuðul verður veittur til føroyskar fiktiónsverkætlanir. Tó kann stuðul verða veittur útlendskum verkætlanum til eftirarbeiði, sum verður gjørt í Føroyum – eitt nú til VFX, tónleikakompositión og tóneleikaupptøkur. Stuðulsupphæddin kann ikki verða hægri enn upphæddin, sum verður brúkt í Føroyum.

Ein lítil partur av samlaða filmsstuðlinum fer til talentmennandi tiltøk. Hesum skipar Filmshúsið fyri, og tí kann stuðul ikki søkjast til hendan partin. Um tú hevur ynski á hesum øki ber til at venda tær til Filmshúsið.

Næsta umsóknarfreist til filmsstuðul er 1. november 2023

Vert at vita áðrenn tú søkir

Stuðul verður latin til

Stuðul verður veittur til trý øki:

— størri verkætlanir – til framleiðslu og liðugtgerð

— menning av verkætlanum – til hugskotsmenning og víðari menning av verkætlanum, fram ímóti framleiðslu

— talentmenning – til skeið, mentoring og átøk, sum miðja eftir at menna yngru spírarnar, sum gera film

Stuðul verður ikki latin til
  • útlendskar verkætlanir fáa í høvuðsheitinum ikki stuðul.
Freistir og viðgerð av umsóknum

Filmsstuðulin, sum Betri Stuðul veitir, verður umsitin av einari redaktión, sum er mannað av tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboðið fyri Felagið Føroysk Filmsfólk.

Næsta umsóknarfreist at søkja filmsstuðul er 1. november. Umsøkjarnar fáa svar innan 6 vikur frá umsóknarfreistini.

Treytir

1. MENNING AV VERKÆTLANUM:

Stuðul kann søkjast til hugskotsmenning og víðari menning av verkætlanum, fram móti framleiðslu. Stuðulin skal lyfta støði á verkætlanum, so tær kunnu draga útlendska fígging og fíggjarar til sín. Dentur verður lagdur á at lyfta verkærlanir til eitt altóða format. Ein partur av tí kann verða at fyrireika framleiðsluna til luttøku á altjóða framløgupallum (pith fora) ella at fáa altjóða leiðbeining (coaching) til verkætlanina ella persónin handan verkætlanina.

Yvirskipað er málið at búgva verkætlanir, so tær kunnu fáa útlendska fígging.

UPPHÆDD: Í mesta lagi 150.000 kr.

UMSÓKNIR: Fyrsta freist at senda inn umsóknir er 1. juni 2023. Onnur freistin er 1. november 2023, og hareftir kunnu umsóknir sendast inn leypandi. Umsóknir verða viðgjørdar og fáa svar í seinasta lagi ein mánaða eftir, at tær eru móttiknar.

VIÐGERÐ AV UMSÓKNUM: Filmsstuðulin, sum Betri Stuðul veitir, verður umsitin av einari redaktión, sum er mannað av tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboðið fyri Felagið Føroysk Filmsfólk. Eitt umboð fyri Betri Stuðul fylgir arbeiðinum hjá redaktiónini.

2. FRAMLEIÐSLA OG LIÐUGTGERÐ

1. juni 2023 er fyrstu ferð freist at søkja um stuðul til films- ella sjónvarpsframleiðslu av játtanini, sum Betri Stuðul veitir til film, árini 2023-2025. Filmshúsið umsitir játtanina. Stuðul kann søkjast til framleiðslu og liðugtgerð av verkætlanum. Endamálið er at mennan nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøð. Ítøkiligar verkætlanir, sum lúka treytirnar niðanfyri, kunnu fáa stuðul.

Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til filmar ella verkætlanir, sum eisini hava fígging frá øðrum grunni ella íleggjara. Stuðulsupphæddin, sum kann veitast, kann í mesta lagi verða ein triðingur av samlaða kostnaðinum av framleiðsluni. Váttan/prógv um stuðul frá øðrum skal leggjast við umsóknini.

Stuðulin er treytaður av, at full fígging fæst til verkætlanina. Um full fígging ikki fæst skal hetta fráboðast grunninum. Somuleiðis skal tað fráboðast grunninum, um endamál ella innihald í verkætlanini verður broytt, eftir at stuðulin er játtaður, tí so skal søkjast um, at stuðulin kann varðveitast.

Játtaður stuðul verður útgoldin soleiðis, at 70% av játtaðu upphæddini verður útgoldin, tá avtala millum partarnar er undirskrivað. Írestandi 30% verða útgoldin, tá grannskoðaur roknskapur fyri verkætlanina er latin inn og góðkendur.

Stuðulstreytir

1. Filmurin skal, í høvuðsheitinum, vera á føroyskum (mál)

2. Filmurin skal, í høvuðsheitinum, upptakast í Føroyum (stað)

3. Filmurin skal, í høvuðsheitinum, hava føroyska søgu (mentan)

4. Filmurin skal, í høvuðsheitinum, verða gjørdur av føroyskum filmsfólkum (fólk)

5. Filmurin skal hava fingið stuðul frá Filmsgrunninum og/ella øðrum stuðulsgrunnum ella íleggjarum (pengar)

6. Høvuðsparturin av fíggingini skal verða fingin til vega, áðrenn umsóknin verður send inn

7. Filmurin skal, við hesum stuðli, verða klárur at fara undir tað arbeiði, stuðul verður søktur um (upptøkur ella liðugtgerð)

8. Stuðulsupphæddin, kann í mesta lagi verða 600.000 kr. Frávik frá hesi mestu upphædd kunnu gerast í heilt serligum føri

9. Stuðulsupphæddin kann í mesta lagi verða 1/3 av samlaðu fíggjarætlanini fyri filmin

Allar umsóknir verða viðgjørdar og mettar hvør sær.

UPPHÆDD: Í mesta lagi 600.000 kr.

UMSÓKNIR: Fyrsta freist at senda inn umsóknir er 1. juni 2023. Onnur freistin er 1. november 2023, og hareftir kunnu umsóknir sendast inn leypandi. Umsóknir verða viðgjørdar og fáa svar í seinasta lagi ein mánaða eftir, at tær eru móttiknar.

VIÐGERÐ AV UMSÓKNUM: Filmsstuðulin, sum Betri Stuðul veitir, verður umsitin av einari redaktión, sum er mannað av tveimum umboðum fyri Filmshúsið og einum umboðið fyri Felagið Føroysk Filmsfólk. Eitt umboð fyri Betri Stuðul fylgir arbeiðinum hjá redaktiónini.

Fyll teigarnar út

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreist er 15. september, 15. november og 15. februar