Onki úrslit
Onki úrslit
Síðani 2013 hevur Team Rynkeby Føroyar súkklað fyri at savna inn pening til børn við lívshættisligum sjúkum. Sjálvbodnað arbeiðið hjá felagsskapinum stuðlar børnum við hjarta-, lunga- og krabbasjúkum og teirra familjum. Betri Stuðul hevur øll árini verið ein av høvuðsstuðlunum hjá Team Rynkeby Føroyar.
Røðað hildin 6. juli 2023, til móttøku í Betri, Saltangará. Starvsfólk í Betri banka, Kristine Ellingsgaard, flutti fram røðuna.
Góðu Rynkur,
Hjartaliga vælkomin til Betri her í Saltangará, øll somul! Og takk fyri at tit steðga á hjá okkum, nú tit eru á veg avstað. Eg veit, at tit hava ein drúgvan dag fyri framman, og nógv vilja eiga eitt petti av tykkum, men vit eru ordiliga glað og errin av at fáa tykkum uppá besøk. Okkara felags søga gongur nevniliga nógv ár aftur í tíðina.
Tí fyri 9 árum síðani kom ein smæðin, gulur hópur og rætti okkum í Betri hondina. Og eg kann siga sum er, at vit beinanvegin blotnaðu í knøunum og fingu bæði hjartabankan og gott eyga til tykkum. Tit vóru lívlig og skemtandi, men eisini álvarsom og eyðmjúk. Vit blivu bergtikin av góða hjartalagnum og vøkru virðunum, sum vóru so eyðsýnd.
Og sjálvt um tit ikki vóru so elegant tá – sjálvt um tit stríddust við at koma upp í ferð, liggja á hjul og fáa pútuna í shortsinum at liggja ordilgia uppá pláss – so fullu vit fyri tykkum alt fyri eitt.
Nú – 9 ár seinni – halda vit framvegis saman. Betri og Rynkeby hava gingið saman í 9 ár, og sum árini eru gingin, eru vit bara blivin betri við tykkum. Vit elska enn tykkara lívliga og skemtandi manér, og tann mátan, sum tit nú so spelkin bera gulu klæðini. Og sjálvt um tit kanska hava mist tað smædni, sum eyðkendi tykkum í byrjanini – og sjálvt um tit nú eru blivin meiri sjálvsikkur og elegant – so vita vit, at tit kortini hava varðveitt eyðmjúkleikan og góða hjartalagið.
Tit hava verið trúgv ímóti okkum – og vit hava verið trúgv ímóti tykkum. Øll hesi 9 árini.
Vit eru kanska at sýna til rættiliga ymisk og óparalig. Tað eru til dømis kanska ikki so nógv, sum vilja lýsa okkum sum verandi festlig og lívlig – sum tit eru. Men tað er kanska bara eitt prógv um teir kendu mótsetningarnar, sum møtast. Og sjálvt um vit kanska eru ymisk av lyndi, so eru grundleggjandi virðini kortini tey somu. Og tað er tað vigtigasta.
Tí.. vit vilja hava ein partnara, sum er við uppá at skapa tryggleika. At fyribyrgja sjúku. Og at gagna samfelagnum. Hetta eru okkara ófrávíkiligu kriteriu til dreymapartnaran.
Og tit uppfylla øll trý kriteriini. Tí haldi eg, at tað riggar so væl okkara millum. Tí blíva vit við at halda í tí hondini, sum tit rættu okkum fyri 9 árum síðani.
Tit hava enn tað gávumilda og gevandi lyndið, og í tí stuðla vit tykkum framvegis 100%.
Tí skulu tit fáa eina heilsan við á vegnum, nú tit fara avstað. Og áðrenn eg handi kapteininum eina peningagávu, vil eg bara takka tykkum hjartaliga fyri tykkara innsats og trúðfesti – og ynskja tykkum ein frálíkan túr til París. 🚴🚴♂️
Má alt gangast tykkum væl. Túsund takk fyri alt tað, tit gera! Tykkara innsatsur liggur so ikki eftir, men er ein áhaldandi inspiratión fyri øll okkum onnur. Takk fyri!
Røðað hildin 7. juli 2022, til móttøku í Betri, Saltangará. Starvsfólk í Betri banka, Alice Fredriksberg, flutti fram røðuna.
Góðu Rynkeby súkklarar,
Vælkomin til Betri her í Saltangará til ein stuttan steðg á tykkara ferð avstað.
Betri hevur heilt frá byrjan stuðlað tykkum í at stuðla. Fyrst sum gullstuðul – og seinastu árini sum platinstuðul.
Men hvat liggur í grundini í orðinum ”at stuðla”?
Sprotin sigur, at ”ein stuðul” er okkurt, sum man styðjar seg til. Tað er ein, sum er øðrum til hjálpar. Tað kann eisini vera ein stútta undir onkrum, sum verður hildið uppi, so tað ikki smokkar saman.
”At stuðla”, sigur Sprotin, er at veita hjálp og styrk.
Tann stuðulin, tit veita familjum, sum verða raktar av álvarsamari sjúku, kann ikki lýsast við orðum.
Tit geva teimum okkurt at styðja seg til, og tit eru við til at stútta undir hesar familjurnar og bera teimum uppi. Tit hjálpa og styrkja.
Og tað krevst nógvur stuðul, tá eitt barn verður álvarsliga sjúkt.
Tað krevst stuðul við umsorgan. Bæði fyri tí sjúka barninum, men eisini fyri systkjum og foreldrum.
Tað krevst lekjandi stuðul. Bæði til sjálva sjúkuna, men eisini til avleiðingarnar, sum raka øll hini í familjuni.
Og tað krevst eisini fíggjarligur stuðul. Tí tá foreldrini verða send niður við einum sjúkum barni, so hendir tað ofta frá degi til dags – og fíggjarliga rásarúmið svinnur.
Tað krevjast eisini pengar til gransking og nýggjar viðgerðir – og til samrøðubólkar og kreppuhjálp.
Tit stuðla. Og í Betri Stuðulsgrunninum hava vit verið fegin um at standa saman við tykkum í arbeiðinum – og at hava verið tykkum til hjálpar fíggjarliga.
Tí afturat stuðlinum til hesi hart raktu børnini og familjurnar, leggja tit eisini onnur góð virði eftir tykkum.
Tit hava fingið fólk út at súkkla. Tað er blivið modernað at røra seg – eisini um venjingarbúnarnir viðhvørt síggja nakað strammir út 😉
Sum Niels Mortensen skemtandi segði ein dagin: Fleiri av okkum Rynkeby’arum minna kanska mest um humlubiir. Tað eigur í grundini ikki at bera til hjá okkum, men vit vita bara ikki av tí sjálvi.
Og so hava tit fingið fólk – eisini vaksin fólk – at brúka hjálm, tá tey súkkla. Og tað er í sær sjálvum eitt bragd. Tí áðrenn tit komu, vóru tað bara nøkur heilt fá, sum brúktu hjálm.
Í 8 ár hava vit sæð tykkum gulu súkklarar á vegnum. Í 8 ár hava tit við egnum kroppum stríðst fyri hesum góða endamálinum.
Og til stuttleika kann eg nevna, at Sprotin hevur eina lýsing afturat av orðinum ”stuðlar”. Tað kann eisini merkja: ”sterk og førlig bein”. At hava góðar stuðlar – merkir – at hava góð, sterk bein.
Tað hava tit. Tit eiga beinorkuna, sum nú skal føra tykkum til Danmarkar fyri at veita teimum harðast raktu tiltrongdan stuðul.
So fyri tykkara góða intiativ, tykkara hugskot, tykkara góða endamál og tykkara stríð, fáa tit hervið ein kekk uppá 125.000 krónur frá Betri Stuðulsgrunninum.
Kanska kann tað vera við til at stuðla undir viljanum og orkuni, tá tit um eina løtu aftur seta tykkum á tað lítla, harða súkklusetrið.
At enda vilja vit ynskja tykkum góða ferð – og ansi nú eftir tykkum.
Takk fyri – og geri so væl.
Røðað hildin 8. juli 2021, til móttøku í Betri, Saltangará. Forstjórin í Betri samtakinum, Evy Jacobsen, flutti fram røðuna.
Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september