Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Granskingarverkætlanir

Einaferð um árið tekur Betri stuðulsgrunnurin støðu til umsóknir um granskingarstuðul. Grunnurin stuðlar serliga gransking, ið kann metast at vera sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi ella tryggleikaskapandi í Føroyum. Dentur verður lagdur á tíðaravmarkaðar verkætlanir, ið gera ítøkiligan mun heldur enn grundgransking. 

Í høvuðsheitum verður stuðul bara latin til verkætlanir, sum Granskingarráðið ella annar líknandi fakligur stovnur frammanundan hevur latið stuðul til. Váttan/prógv um stuðul frá veitara skal leggjast við umsóknini. 

Stuðulin er treytaður av, at full fígging fæst til verkætlanina. Um full fígging ikki fæst skal hetta fráboðast grunninum. Somuleiðis skal tað fráboðast grunninum, um endamál ella innihald í verkætlanini verður broytt, eftir at stuðulin er játtaður, tí so skal søkjast um, at stuðulin kann varðveitast. 

Innan hálvt ár eftir stuðul er latin skal teldupostur sendast til stuðulsgrunnin við prógv fyri, at stuðulin er nýttur til endamálið ella at tørvur er á longri tíð. Tá granskingarverkætlanin er av skal úrslitið sendast til stuðulsgrunnin.

Næsta umsóknarfreist er mánadagin 15. mei 2024.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september