Onki úrslit
Onki úrslit
Nær?
Hvar?
14:50 Kaffi+søtt í hondina
15:00 Evy Jacobsen, forstjóri innleiður
15:05 Filmssýning
15:50 Liðugt
16:20 Kaffi+søtt í hondina
16:30 Evy Jacobsen, forstjóri innleiður
16:35 Filmssýning
17:20 Liðugt
Tað eru hópatals fólk, sum dagliga gera eitt stórt arbeiði fyri at gera Føroyar eitt sindur betri.
Sum síggja ein tørv, finna eina loysn, fáa stuðul og skipa samstørv – og gera hugskot til veruleika.
Nógv teirra hava tað í felag, at Betri Stuðul stendur aftanfyri tey – og mánadagin 16. desember heiðra hesi mongu fólkini og átøkini.
Í einum spildurnýggjum heimildarfilmi fara vit afturum nøkur av teimum fólkunum, sum antin hava broytt okkurt til tað betra – ella sum fáa gagn av hugskotunum hjá øðrum.
Vit fara at síggja, hvussu skjótt tað er at gera mun í Føroyum. Fyri onkran.
Vinarliga lat okkum frætta innan 13. desember, um tú fært verið við og hvussu nógv tit verða.
Vinarliga vegna Betri Stuðul
Evy Jacobsen, stjóri í Betri