Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Hvat er eitt farspor (cookie)?

Betri nýtir elektronisku slóðina, sum tú leggur eftir tær, tá ið tú vitjar heimasíðuna og Netbankan hjá Betri. Eitt farspor er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna aftur tína teldu. Eitt farspor er ikki eitt forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.

Brúk av farsporum á heimasíðuni

Tað er neyðugt at brúka farspor, fyri at heimasíðuna kann virka, sum hon skal. Tá ið tú vitjar heimasíðuna ella Netbankan hjá Betri senda farsporini fylgjandi upplýsingar: • hvørjar síður á www.betri.fo tú vitjar og nær • hvønn kaga tú brúkar • hvørja upploysn tín skermur hevur • hvørja stýriskipan tín telda hevur • hvørja heimasíðu tú vitjaði beint áðrenn okkara • hvønn IP-bústað tú hevur • hvørja java útgávu tín telda hevur. Eisini fáa vit betri yvirlit yvir tína vitjan á heimasíðuni umvegis farsporini, so vit miðvíst kunnu menna heimasíðuna eftir tínum tørvi og áhuga. Til dømis minnast farspor, hvat tú hevur lagt í eina møguliga kurv, um tú fyrr hevur vitjað síðuna, um tú ert innritað-/ur, og hvat mál og hvat gjaldoyra, tú gjarna vilt síggja á heimasíðuni. Vit brúka eisini farspor til miðvíst at vísa tær viðkomandi lýsingar á øðrum heimasíðum. Sum heild verða farspor soleiðis brúkt sum ein partur av okkara tænastu, fyri at vísa innihald, ið er so viðkomandi sum gjørligt fyri teg. Upplýsingarnar verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna.

Hvussu leingi verða farspor goymd?

Tað er ymiskt, hvussu leingi farspor verða goymd á tínari útgerð. Tíðarskeiðið verður roknað frá, tá ið tú seinast var inni á heimasíðuni. Megnparturin av teimum verða goymdar í 1-24 mánaðir. Farsporini strika seg sjálv, tá ið tíðin er farin.

Soleiðis velur tú farspor frá ella strikar tey

Tú kanst altíð velja farspor frá á telduni, teldlinum ella fartelefonini við at broyta stillingar í kaganum. Hvar stillingarnar eru, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Minst tó til, at um tú velur farspor frá, ber ikki til at brúka nógvar ymiskar tænastur á heimasíðum, tí fyritreytin fyri, at tænasturnar virka, er, at heimasíðan kann minnast tey valini, tú gert.
Tú kanst velja farspor frá, sum Google Analytics brúkar her.

Soleiðis strikar tú farspor

Farspor, sum tú fyrr hevur góðtikið, kunnu lætt strikast aftur. Ynskir tú at strika farsporini, kanst tú gera tað umvegis internetkagan við at fara inn undir innstillingar – Security and Privacy. Her eru vegleiðingar til teir mest brúktu kagarnar:

Broyting av samtykki

Tú kanst broyta títt samtykki við antin at strika farsporini í internetkaganum ella við at broyta títt uppruna val við at trýsta á tannhjólið niðast til høgru.

Minst til: Brúkar tú fleiri kagar, mást tú strika farsporini í øllum.

Spurningar

Um tú hevur viðmerkingar ella spurningar viðvíkjandi farsporum, ert tú vælkomin at seta teg í sambandi við okkum.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september