Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

700.000 krónur til nýggja hølið hjá Bláa Krossi

Blái Krossur hevur nú savnað allar sínar handlar á einum staði í Saltangará. Betri Stuðulsgrunnurin hevur stuðlað við 700.000 krónum. 

Bulurin í arbeiðinum hjá Bláa Krossi er at fyribyrgja og skapa tryggleika. Hetta er í tráð við virðini hjá Stuðulsgrunninum, og tí fegnast vit um at stuðla Bláa Krossi við hesi verkætlan, sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum í Betri, sum umsitur Betri Stuðulsgrunnin.    

Betri samtakið leggur stóran dent á at vísa samfelagsábyrgd. Hetta kemur serliga til sjóndar í Betri Stuðulsgrunninum, sum veitir stuðul til nógvar tryggleikaskapandi verkætlanir um árið. Vit merkja, at okkara stuðul er komið á eitt gott stað og ynskja Bláa Krossi allarbestu eydnu við fyribyrgjandi arbeiðinum framyvir, sigur Evy Jacobsen.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september