Valmynd
Valmynd
icon-search Leita
Leita

ALS, granskingarverkætlan

ALS er ein sera sjáldsom, men aggressiv sjúka, har livitíðin, frá tí sjúkueyðkennini byrja, er um 3-5 ár. 

Hóast nógv ára gransking er sjúkan illa lýst. Við hesari verkætlan ætla Malan Johansen og Maria Skaalum Petersen at eyðmerkja ílegur, lívsstíls- og/ella umhvørvisviðurskifti í Føroyum, sum eru orsøk til ella ávirka vandan fyri at fáa ALS. 

Nervafrøðingur Poul Joensen hevur funnið útav, at uml 2.6 einstaklingar per 100.000 íbúgvarar í Føroyum fáa árliga ALS. 

Ein betri vitan um ílegurnar og umhvørvisviðurskifti aftanfyri ALS kunnu vera við til at skilja sjúkuna betur og í framtíðini verða við til at tryggja betri viðgerð og fyribyrging av hesi deyðiligu sjúku.