Onki úrslit
Onki úrslit
Betri samtakið letur 10 mió. kr. í bráðfeingishjálp til føroyska sjúkrahúsverkið. Stuðulin verður latin til útgerð at kanna og basa corona-farsóttini í Føroyum.
“Hetta ger sera stóran mun hjá okkum, tí kostnaðurin av júst hesi útgerð er vaksin sera nógv, nú eftirspurningurin er vaksin so brádliga um allan heim. Vit eru sera takksom. Eg havi verið í sambandi við landsstýrismannin við heilsumálum, sum eisini vil senda eina hjartans tøkk,” sigur Steinar Eirikstoft, forstjóri fyri sjúkrahúsverkið.
Betri Stuðulsgrunnurin hevur sum endamál at stuðla sjúkufyribyrgjandi tiltøkum. Corona-farsóttin er størsta heilsuliga avbjóðing, sum Føroyar hava staðið yvir fyri í nýggjari tíð, og tí var grunnurin ikki í iva um at stuðla hesum týðandi arbeiði.
Umframt fíggjarliga stuðulin til sjúkrahúsverkið, hevur Betri bjóðað heilsumyndugleikunum at læna ognir hjá samtakinum til mongu fólkini, ið verða sett í sóttarhald í hesum døgum.
”Betri er eitt serføroyskt samtak, sum kundarnir eiga, ið hevur sum endamálsorðing at skapa tryggleika og vøkstur í Føroyum. Tí liggur tað okkum nær at stuðla í hesum truplu tíðum fyri føroyska samfelagið,” sigur Evy Jacobsen, stjóri í móðurfelagnum í Betri, sum umsitur Betri Stuðulsgrunnin.
Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september