Onki úrslit
Onki úrslit
Betri stuðulgrunnurin er høvuðsstuðul hjá Betri vinir, ið er ein fyribyrgjandi verkætlan ímóti happing. Betri vinir er ætlað til 3-6 ára gomul børn, fakfólk og foreldur. Barnabati stendur fyri verkætlanini í samstarvi við Mary Fonden og Red Barnet.
Barnabati bjóðaði øllum barnagørðum og frítíðarskúlum í Føroyum eitt nýtt amboð, sum við sínum mongu og væl royndu møguleikum er við til at útihýsa happing. Tilfarið er samansett av námsfrøðiligum amboðum, sum gera tað lættari at styrkja barnafelagsskapin og fyribyrgja happing. Tað var framleitt sum eitt kuffert við ymiskum amboðum og hugskotum, um hvussu tey kunnu menna eginleikarnar sum eitt nú umsorgan, tolsemi, dirvi og virðing.
Betri vinir er grundað á eina nýggja fatan av happing, sum tekur støði í virðunum tolsemi, virðing, umsorgan og dirvi.
Tú kanst lesa meira um Betri vinir á heimasíðuni hjá Barnabata Eisini kanst tú fáa nøkur góð ráð til at fyribyrgja happing her: www.betri.fo/privat/titt-liv/betri-barnaar/betri-vinir
Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september