Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Bjargingarfeløgini í Føroyum

1 mió. kr. var latin til Bjargingarfeløgini í Føroyum, tí Betri Stuðulsgrunnurin metir bjargingarfeløgini gera eitt ómetaliga týðandi, sjálvboðið arbeiði. Ein stuttur kunningarfilmur um virksemi hjá bjargingarfeløgunum var gjørdur í samband við handan av gávuni til bjargingarfeløgini. 

Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, handaði gávuna og takkaði fyri megnar arbeiðið, sum bjargingarfeløgini gera. Hon nevndi dømi um neyðstøður og bjargingar og vísti á, at við vaksandi ferðavinnuni verður tørvurin á bjargingarfeløgunum bara størri. 

– Ímillum tykkum hava tit heilt sikkurt nógvar tímar úti á bjargingarátøkum. Tá onnur ikki strekkja til, strekkja tit til. Í øllum veðri. Og tit eru altíð til reiðar, tá tørvur er á hjálp. Í hesum døgum veksur ferðavinnan skjótt. Vit kunnu vænta, at hetta gevur fleiri uppgávur til bjargingarfeløgini kring landið. Tá eru tit trygdarnetið, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan, segði Ingunn Eiriksdóttir millum annað.

Regin Jespersen, formaður í Landsfelagnum fyri bjargingarfeløgini, tók eisini orðið og takkaði fyri stuðulin. Hann nevndi, at sjálvbodna arbeiðið var sera stórt, og at tað tí er kærkomið við stuðli. Hann vísti á tørvin hjá bjargingarfeløgunum men greiddi eisini frá, hvussu førleikamenningin hjá bjargingarfólki er ment nógv seinnu árini.

9 virkin bjargingarfeløg eru kring landið, og stuðulin varð býttur sundur í mun til fólkatalið í økjunum, sum feløgini varða av. Tey virknu bjargingarfeløgini eru: Norðoya Bjargingarfelag, Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag, Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag, Kollafjarðar Bjargingarfelag, Havnar Bjargingarfelag, Vága Bjargingarfelag, Eiðis Bjargingarfelag, Nólsoyar Bjargingarfelag, Bjargingarfelag Sandoyar Sýslu.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. mars, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. oktober