Valmynd
Valmynd
icon-search Leita
Leita

Blái Krossur: Verkætlan Liv Lívið


Blái Krossur Føroya er ein meira enn 100 ára gamal felagsskapur, sum arbeiðir við at hjálpa teimum, ið hava trupulleika av rúsdrekka og rúsevnum, herundur familjum teirra. Felagsskapurin arbeiðir eisini fyribyrgjandi, fyri at forða fyri, at fólk enda í misnýtslu. 

Blái Krossur Føroya hevur heim og lokalfeløg kring landið, ið hjálpa misnýtarum, og ger eisini arbeiði millum børn og ung. Hann er partur av altjóða felagsskapinum International Federation of Blue Cross

Stuðulin frá Betri Stuðulsgrunninum fór til verkætlanina “Liv Lívið”. Liv Lívið er ein fyribyrgjandi verkætlan, sum fokuserar á at broyta rúshugburðin hjá ungdóminum. Tað skal vera okay at lata vera, tí tú ikki hevur hug. Verkætlanin skal fyribyrgja, at ung koma út fyri keðiligum hendingum orsakað av rúsi og at fyribyrgja, at ung gerast bundin at rúsevnum/-drekka.


Blái Krossur Føroya