Onki úrslit
Onki úrslit
Vit kenna øll søgur um, at ein hjartastartari hevur verið munurin á lívi og deyða. Tí hevur tað stóran týdning, at hjartastartarar eru tøkir kring landið og serliga á plássum, har nógv fólk savnast.
Hallir og vøllir, sum mangla hjartastartarar eru eyðmerktar í samstarvi við kommunur. Endamálið er at gera hjartastartarar meira atkomuligar fyri føroyingar. Sannlíkindini fyri at yvirliva hjartasteðg økjast munandi, um tú beinanvegin fær lívbjargandi fyrstuhjálp.
Betri Stuðulsgrunnurin handaði tí 35 hjartastartarar til vøllir og hallir kring alt landið. Umframt hetta eru hjartastartarar settir upp á øllum deildum hjá Betri.
Við nýuppsettu hjartastartarunum er Føroyar helst eitt av londunum í heiminum við bestu tilbúgvingini, tá tað snýr seg um bráðfeingishjálp til fólk, ið hava fingið hjartasteðg.
Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september