Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

IAKM felagið, málmenning

IAKM er eitt áhugafelag, ið hevur til endamáls at virka fyri rættindum til at læra og menna eitt mál. IAKM er ein stytting av International Association for the Karlstad Model Føroyar, og hevur føroyska felagið systurfeløg í hinum Norðurlondunum. Føroyska felagið var stovnað í mai 2018.

IAKM tekur støði virðisgrundarlagnum undir Karlstad háttinum, ið er ein háttur fyri málvenjing, ið er grundaður á eina humanistiska menniskjafatan og eina visjón um at fremja eitt gott lív við virðing, luttøku og javnvirði fyri tann einstaka.

Hóast nógv arbeiði verður lagt í málmenning, so eru tað nógv børn í Føroyum, ið ikki ogna sær mál á sama hátt sum tey flestu, men sum hava tørv á eyka hjálp og stuðli. Í fleiri førum røkka verandi skipanir ikki hesum børnum, og tey detta tí niður ímillum. Viðhvørt er talan um at børnini hava onkra diagnosu ella brek, ið førir við sær málsligar avbjóðingar, men langt frá altíð.

Stuðulin fer til at framleiða eina føroyska fonemskipan. IAKM ynskir at framleiða eina føroyska fonemskipan fyri øll tey taliljóð, sum verður nýtt í føroyska málinum. Føroyska fonemskipanin er ikki tað sama sum føroyska stavraðið. Dømi um eitt fonem í føroyska málinum er symbolið ʃ, sum umboðar fyrsta ljóðið í orðinum “sjey” ella “sjampo”. 

“Vit í IAKM vóna, at henda fonemskipan kann verða ein hjálp hjá fleiri børnum í Føroyum, og eitt amboð, sum kann stuðla málsligu menningini hjá øllum børnum.”

Vit í IAKM vóna, at henda fonemskipan kann verða ein hjálp hjá fleiri børnum í Føroyum, og eitt amboð, sum kann stuðla málsligu menningini hjá øllum børnum.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. mars, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. oktober