Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Íleguverkætlan, Fargen

Fargen sendu soljóðandi tíðindaskriv í samband við stuðulin.

Betri ger FarGen betri

FarGen hevur fingið 200.000 kr. í stuðli frá Betri til at menna FarGen-dátugrunnin, sum er ætlaður gransking í ílegum og arvaligum sjúkum í Føroyum. Stuðulin skapar fortreytir fyri gransking og betri fyribyrgingar- og viðgerðarmøguleikum í heilsuverkinum.

FarGen hevur rokkið málinum í fyrsta stigi av verkætlanini, sum var at útvega 1500 sjálvbodnar luttakarar. Áhugin at luttaka hevur verið stórur, allar blóðroyndirnar eru fingnar til vega, DNA er uppreinsað og uml. ein triðingur av royndunum eru lisnar (sekventeraðar) og sostatt tøkar til gransking. Tøknin at lesa ílegurnar er rættiliga kostnaðarmikil, og fígging hevur ikki verið tøk til at lesa fleiri royndir. Við stuðlinum frá Betri ber nú til at koma eitt stig nærri málinum.

Vit fegnast um stuðulin frá Betri, tí hann ger, at starvsstovuarbeiðið hjá okkum kann halda fram,” sigur Noomi O. Gregersen, verkætlanarleiðari fyri FarGen. ”Hóast okkara dátur longu verða brúktar í fleiri granskingarverkætlanum, so styrkir tað munandi um dátugrunnin, at írestandi royndirnar verða lisnar, og luttakaratalið fer upp. Tí arbeiða vit eisini við at víðka verkætlanina til at umfata enn fleiri luttakarar og til eisini at umfata aðrar heilsudátur enn ílegudátur.” 

FarGen er ein verkætlan hjá Ílegusavninum. Málið við FarGen er at lesa genomið (arvastreingin) hjá øllum føroyingum, sum vilja tað. Tann vitanin, sum fæst til vega frá gransking í dátunum, letur upp fyri persónlagaðari sjúkuviðgerð. Tað merkir, at virknaðurin av viðgerðini hækkar, tí hon verður lagað til einstaka sjúklingin, samstundis sum vandin fyri hjáárinum og skeivari medisinering lækkar. Hetta gagnar bæði einstaka sjúklinginum og samfelagnum sum heild.

https://www.fargen.fo/fo/tidindi/betri-ger-fargen-betri

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september