Reyði Krossur Føroya

Betri Stuðulsgrunnurin lat gávu til Reyða Kross Føroyar. Stuðulin var oyramerktur til verkætlanina “Í Reyða Krossi trívast vit” í sambandi við, at Reyði Krossur Føroyar er partur av stóru verkætlanini ABC fyri Sálarliga Heilsu.

Jóannes Ejdesgaard, formaður fyri Reyða Kross Føroyar, fegnast um at Betri Stuðulsgrunnurin letur peningagávu, til verkætlanina, hann sigur.: “Hetta ger, at vit nú hava peningaliga orku, at taka lut í landsumfatandi verkætlanini, ABC fyri Sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið stendur fyri.”

Stuðulin til hesa verkætlanina fer m.a. at verða nýttur til aktivitetir, útbúgving og onnur tiltøk fyri teimum umleið 200 sjálvbodnu hjá Reyða Krossi Føroya, sum hvønn dag gera nakað fyri sálarligu heilsuna hjá Føroyingum. ABC boðskapurin er: “Ver virkin, ver saman og ver hugbundin”.

Virksemið hjá teimum sjálvbodnu hjá Reyða Krossi Føroyar fevnir m.a. um samarittar, sum skapa tryggleika, vitjunarvinir, sum eru við til at fremja sálarligu heilsuna hjá einsamøllum og klædnainnsamling og handlar kring landið. Stuðulin frá Betri Stuðulsgrunninum skal m.a. nýtast til førleikamenning av sjálvbodnum, at byggja brýr og til at virka fyri heilsufremjan i samband við sjálvboðið arbeiði.

Reyðu Krossur Føroya er partur av stóra altjóða felagsskapinum International Red Cross, ið er heimsins størsti hjálparfelagsskapur og ger hjálpararbeiði um allan heim. Reyði Krossur bøtur um menniskjaliga neyð, líðing og mismun.