Valmynd
Valmynd
icon-search Leita
Leita

Rudda Føroyar

Leygardagin 15. septembur 2018 var “Rudda Føroyar” átakið kring alt landið. Hetta var fyrstu ferð, at altjóða ruddingardagurin “World Cleanup Day” varð hildin í Føroyum. Átakið hevur til endamáls at rudda burturkast í nærumhvørvinum og samstundis at skapa økta tilvitan um týdningin av framferðini hjá okkum menniskjum: hvussu vit kunnu broyta atburð fyri at bjarga umhvørvinum. 

World Cleanup Day er samskipaður av felagsskapinum “Let’s Do It World” og varð hildin í 157 londum, har umleið 18 milliónir sjálvboðin vóru við. 
Betri var høvuðsstuðul hjá tiltakinum.

Les meira um Rudda Føroyar