Valmynd
Valmynd
icon-search Leita
Leita

Sansarúm til Gloym meg ei

Betri hevur stuðlað Virkni- og tilhaldsstaðnum “Gloym meg ei” í Klaksvík við einum sansarúmi.
Gloym meg ei hevur borgarar í aldrinum 15 – 67 ár, sum stríðast við sálarsjúku. Talan er um sálarsjúkur av ymiskum slag so sum skizofreni, etingarólag, depressión, mani og borderline. 

Starvsfólk á Gloym meg ei hava í longri tíð havt ynski um eitt sansarúm; 
“Í sansarúminum, kunnu vit leggja okkum eftir at arbeiða við tí
sansastimbran, sum hóskar seg best til einstaka borgaran. Um ein borgari upplivir órógv í kroppinum og hevur torført við at hugsavnað seg, kunnu vit við teimum terapeutisku amboðum, sum eru í einum sansarúmið geva kroppinum og sinninum ta ró tørvur er á. 
Sansarúmið kemur heilt víst at virka, sum ein fyribyrgjandi liður í at minka tann sálarliga og motoriska órógvinum, sum fólk við sálarsjúku kunnu hava.”