Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Standmynd av Elinborg Lützen

Stuðul var latin til fyrstu standmyndina av navnnevndari kvinnu í Føroyum. Standmyndin stendur omanfyri Faktorshúsini í Klaksvík, har listakvinnan Elinborg Lützen varð fødd og vaks upp. 

Elinborg Lützen varð fødd í Klaksvík 26. juli 1919 og andaðist 22. november 1995. Hon var fyrsti og leingi einasti grafikarin í Føroyum. Foreldrini vóru Andrias Christian Lützen, keypmaður (1875-1941) og Hanne Joline Niclasen (1884-1957). Systkini vóru níggju í tali. Elinborg var nummar seks í røðini. Elsta systir hennara, Marianna Matras, gjørdist eisini myndlistakvinna.

Sum grafikari arbeiddi hon mest við linoleumsskurðum og gjørdist hon eisini kend við sínum bókaprýðismyndum.

Í 1978 var hon fyrsta kvinna, ið fekk Løgtingsins árligu heiðursgávu.

Myndevnini, Elinborg arbeiddi eina mest við, vóru ævintýr, okkurt úr kvæðunum og tað gátuføra. Eisini dugdi hon væl at lýsa bygda- og landsløg.

Í 1980 fekk hon Barnabókaheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september