Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

BETRI STUÐUL

Søk um filmsstuðul

Endamálið við filmsstuðlinum, sum Betri Stuðul letur, er at menna nýggjar føroyskar søgur á filmi ella í sjónvarpsrøðum. Høvuðsdentur verður lagdur á at stuðla føroyskari fiktión: Talan skal vera um føroyskan film burturav ella film, sum í høvuðsheitinum hevur føroyska søgu og verður gjørdur av føroyskum filmsfólkum.

Stuðulin verður veittur í tveimum høvuðsbólkum: (1) Menning av verkætlanum og (2) Framleiðslu og liðugtgerð. Treytirnar til umsóknir fyri hvønn av hesum bólkum eru lýstar neyvari niðanfyri.

Heimildarfilmar (dokumentar) og útlendskar verkætlanir fáa í høvuðsheitinum ikki stuðul. Stuðul verður veittur til føroyskar fiktiónsverkætlanir. Tó kann stuðul verða veittur útlendskum verkætlanum til eftirarbeiði, sum verður gjørt í Føroyum – eitt nú til VFX, tónleikakompositión og tóneleikaupptøkur. Stuðulsupphæddin kann ikki verða hægri enn upphæddin, sum verður brúkt í Føroyum.

Ein lítil partur av samlaða filmsstuðlinum fer til talentmennandi tiltøk. Hesum skipar Filmshúsið fyri, og tí kann stuðul ikki søkjast til hendan partin. Um tú hevur ynski á hesum øki ber til at venda tær til Filmshúsið.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. juni (einans granskingarverkætlanir) og 15. september