– Tað er tørvur á føroyskari gransking, og tað er tørvur á fígging til góðar, føroyskar granskingarverkætlanir. Tí hava vit gjørt av at seta fleiri pengar av til føroyska gransking í ár, sigur Evy Jacobsen, stjóri í Betri PF. Treytin er, at granskingin er føroysk og at hon er til gagns fyri føroyingar, sum heild.
Tíðindaskriv
Hetta til 31. mai ber til hjá føroyskum granskarum at søkja um pening úr Betri Stuðulsgrunninum.
Stuðulsgrunnurin hjá Betri hevur til endamáls at stuðla átøkum í Føroyum, sum fyribyrgja skaða og vanlukkum, skapa tryggleika og annars gagna samfelagnum. Higartil hava tað serliga verið samarittar, bjargingarfeløg og trygdarútgerð av ymsum slagi, sum hava staðið ovast á listanum yvir tað, sum Betri hevur stuðlað.
– Men nú hava vit gjørt av at tvífalda stuðulsupphæddina – úr 5 milliónum upp í 10 milliónir. Tað gera vit, tí vit vilja bera samfelagnum aftur av yvirskotinum. Tað eru jú kundarnir, sum eiga tryggingina, og tá tað gongur væl, skal tað koma øllum føroyingum til góðar, greiðir Evy Jacobsen, stjóri í Betri Trygging frá.
Av teimum 10 milliónunum, sum Stuðulsgrunnurin í ár letur, verða pengar oyramerktir til gransking. Í hesum sambandi hevur Betri verið í sambandi við Setrið og Granskingarráðið fyri at finna besta leistin.
– Tað er eyðsýnt, at tað eru nógv øki, ið vit vilja at vita meiri um, og har størri vitan hevði verið ein fongur fyri alt samfelagið. Tí er upplagt, at eitt ein sterkur aktørur, sum Betri, stuðlar uppundir arbeiðið hjá føroyskum granskarum, heldur Evy Jacobsen.