Betri hevur latið Hondbóltsamband Føroya gávu á 2,5 milliónir kr. til EM-endaspælið í hondbólti.
– Okkara leikarar hava prógvað, at tað ótrúliga kann lata seg gera. Statistiskt eigur tað jú ikki at bera til, at Føroyar eru við á hesum støðinum.
– Sjálvandi standa vit saman um landsliðið. Hetta bragdið hevur longu samansjóvað okkum. Fingið okkum at ernast og at rætta ryggin. Hetta hevur nógvar møguleikar við sær, bæði fyri føroyskan hondbólt, men eisini fyri vinnulívið, Føroyar sum ferðamál og ikki minst sum íblástur fyri børn og ung, vísir nevndarforkvinnan á-
Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, fegnast um gávuna og staðfestir, at hetta kemur sera væl við.
– Tað er dýrt at vera við í toppinum. EM-luttøkan fer at krevja nógv fíggjarliga, og hartil gongur tað væl í føroyskum hondbólti, sum heild, bæði her heima og hjá hinum landsliðunum. Vit standa okkum væl, og tað kostar. Tí eri eg sera takksom um hesa gávuna frá Betri. Hon munar veruliga, staðfestir hon