“Uttan stuðulin høvdu vit ikki verið før fyri at gjørt hetta”, siga tey hjá Beranum, sum hava gjørt eina nýggja poddvarpsrøð um sorg, sakn og vón. Tað er sálarfrøðingurin Lív Højsted Horsdal sum er vertur, og í hvørjum parti tosar hon við ein eitt barn ella eitt foreldur, sum hava mist alt ov tíðliga. Vit í Betri eri ómetaliga takksom fyri møguleikan, at stuðla hesi verkætlan.
Til ber, at lesa meira um verkætlanina í Betri samfelagstilvit 2021
Leinkja til poddvarpin er á FB síðuni hjá Beranum