Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Bjargingarvestar til øll róðrarfeløg

Við nýggjum bjargingarvestum er okkara tjóðarítróttur enntað tryggari.

“Føroyski sjógvurin kann vera villur, og tá tú rør, kanst tú brádliga verða fangaður í óveðri,” sigur Sverri Sandberg Nielsen, yrkisrógvari. “Tí skalt tú altíð vera í bjargingingarvesti, tá tú rør.” Men undir kappróðri, kann ein bjargingarvestur vera órógvandi, tí hann fyllir nógv. Tí gleðist Judit Højgaard, róðurskvinna, um, at øll róðrarfeløg í Føroyum nú hava fingið somu góðu vestar at venja í. 

“Teir gomlu vestarnir vóru ikki altíð líka góðir at venja í, men hesir fylla lítið, eru smidligir og sita tætt at kroppinum,”, sigur hon. 
Betri veitir stuðul til trygdarfremjandi endamál, og hevur játtað at lata bjargingarvestar til øll føroysk róðrarfeløg, tí øll feløg skulu hava somu kor undir venjing og sama tryggleika. 

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september