Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Renn fyri lívið

Renn fyri lívi – tá hjálpin er neyðug

Hevur tú nakrantíð spurt teg sjálvan, hvat tú hevði gjørt, skuldi tú einaferð verið vitni til eitt hjartastopp?

Teir fyrstu minuttirnir aftaná eitt hjartastopp eru altavgerandi, og við appini Renn fyri lívi kemur hjálpin skjótt á staðið, tá hjálpin er neyðug. Skuldi tú komið út fyri at verið vitni til eitt hjartastopp, kanst tú við appini tilkalla tríggjar neyðhjálparar – umframt at tú sært, hvar nærmasti hjartastartarin er. 

Vága Bjargingarfelag hevur tikið stig til at føroyska appina. Í tíðindunum greiddi Ragnar Jacobsen frá fyrstu ferð hjálp tilkallað gjøgnum Renn fyri lívi í Føroyum. Klokkan 17.32 komu fólk fram á ein persón við hjartastoppi, og tilkallaðu hjálp við appini. Fýra minuttir seinni vóru fýra neyðhjálparar – t.e. fólk, við gyldugum neyðhjálparaprógv – á staðnum. Sjúkrabilurin kom á staðið góðar 20 minuttir seinni. 

Tey fýra høvuðsendamálunum við Betri Stuðul er at veita stuðul til skaðafyribyrgjandi, sjúkufyribyrgjandi, tryggleikaskapandi og samfelagsgagnligt endamál.Renn fyri lívi er ein verkætlan sum livir upp til øll tey fýra endamálini, og tí varð nevndin samd um, at Renn fyri lívi hevur uppiborið stuðul.

Renn fyri lívi var ikki blivin veruleiki, um tað ikki var fyri peningaupphæddini, vit fingu frá Betri Stuðul. So fyri okkum hevur tað havt alt at siga, at vit fingu stuðulin”, sigur Ragnar Jacobsen, sum er ein av teimum fýra í Vága Bjargingarfelag, sum hava føroyskað appina.

Appin var tikin í nýtslu í Føroyum 1. november 2020 og er blivin brúkt í 24 neyðstøðum síðani tá. 

Les meira her: https://rfl.fo

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. mars, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. oktober