Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Hvat er eitt lív vert?

Heilsanin til Ársins Fyrstuhjálparar frá Ingunn Eiriksdóttir, stjóra í Betri Trygging, tá ið hon handaði teimum heiðursbræv og peningagávu.

Góðu tit øll. 

Lat meg byrja við at seta ein spurning. 

Hvat er eitt lív vert? 

Hvat virði hevur tað fyri eitt foreldrapar at síggja barn sítt vaksa upp? Ella fyri eini hjún at kunna gerast gomul saman? Ella fyri eitt barn at hava foreldrini at styðja seg til? 

Hvat virði hevur tað? 

Tað ber ikki til at svara. Tí svarið er jú, at virðið er óendaligt. 

Og tí kunnu vit heldur ikki seta virði á tað, sum tit, fyrstuhjálparar, gera, tá ið tit bjarga lívi.

Tann hjálpin, sum tit veita, røkkur langt útum ta einu, kritisku støðuna, tá ið tað leikar hart á. Tað handlar jú um alla restina av lívinum. 

Og restin av lívinum handlar ikki bara um hetta eina menniskja, sum tit bjarga. Tað handlar eisini um øll tey mongu, sum á ymsar mátar varða av. Tað handlar um familju og vinir. Um starvsfelagar, ítróttafelagar og onnur, ið standa nær. 

Tit hava bjargað einum lívi. Men við at gera tað, hava tit samstundis bjargað eini rúgvu av fólki. Undan svárum missi. Undan sorg og sakni. Tit hava eisini bjargað øllum tí, sum annars hevði verið kvett av: Relatiónir, samrøður, hendingar, upplivingar og sambond.

Men tit handlaðu skjótt. 

Og akkurát orðið ”skjótt” er eitt lyklaorð. Fyrstuhjálparar mugu hugsa skjótt. Og handla skjótt. Og tá ið tit tveita alt frá tykkum og leypa avstað fyri at gera tað, sum krevst, ja, so er tað eingin samsýning og eingin tøkk, sum røkkur. 

Tí virðið er óendaligt. 

Men vit eru errin av at kunna lata ársins fyrstuhjálpara eina tøkk og eina virðisløn her í dag. 

Nú Reyði Krossur árliga heiðrar ársins fyrstuhjálparar, fáa vit øll eina áminning um týdningin av at duga fyrstuhjálp. Tí jú fleiri kunnu traðka til – jú tryggari eru vit øll.

Á teimum tilnevndu í ár síggja vit, at tað kann henda ein púra vanligan dag heima við hús. Ella tá ið tú fert út at spáka ein túr við vinum. Ella umborð á skipi. Vit síggja, at vandamiklar støður kunnu uppstanda ímillum børn í frítíðarskúla, eins væl og ein vanligan dag til arbeðis. 

Tað kann henda allastaðni – altíð. 

Tí fegnast vit eisini um, at Betri nú rindar fyri eitt átak, sum skal læra allar 7. floks næmingar í landinum fyrstuhjálp. Vit halda, at hetta er besta gávan, vit kunnu veita – og vit eru sera fegin um, at myndugleikar og skúlar hava tikið so væl ímóti hugskotinum. 

Eg vil at enda takka tykkum øllum, sum ár um ár skipa fyri hesum tiltakinum. Sum minna okkum á, hvussu tætt vit øll eru knýtt saman – og hvussu vit altíð halda lívinum á næstanum í lógvanum. 

Og mest av øllum: takk tit, sum hugsaðu og handlaðu skjótt. Virðið á tykkara handlingum kann ikki lýsast. 

Takk fyri.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. februar, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. september