Betri hevur veitt Alzheimersfelagnum stuðul at skipa fyri avvarðandibólkum, har avvarðandi kunnu tosa opið og trygt um upplivingar, trupulleikar og kenslur, sum hava við teirra støðu sum avvarðandi hjá fólki, sum eru rakt av demens.
Endamálið við bólkunum er, at ein kann hitta fólk í líknandi støðum, og at luttakararnir kunnu stuðla hvør øðrum og veita hjálp til sjálvhjálp.
Bólkarnir verða stuðlaðir av fakfólki innan demensøkið. Bólkar eru fyri børn hjá fólki við demenssjúkum og fyri makum hjá tí sjúka.
Betri Stuðulsgrunnurin stuðlaði Alzheimersfelagnum í teirra átaki at deila hendan boðskapin: “Hevur tú illgruna um, at ein tú kennir hevur byrjandi demens, so kanst tú ringja til demenslinjuna”.
Hetta átakið umfataði millum annað ein upplýsingarfilm um Alzheimer, sum fyrstu ferð var vístur á vári 2019.
Endamálið hjá Alzheimersfelagnum er at:
- Stuðla og hjálpa minnisveikum (demenssjúkum) og avvarðandi teirra.
- Upplýsa og kunna um minnissjúku (demens) yvirhøvur.
- Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg.
- Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur.
- Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku.
- Vera við í altjóða samstarvi.