Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Betri latið Team Rynkeby hálva millión tilsamans

Orsakað av koronu kundi eyðkendi guli súkkluhópurin ikki fara til París í ár. Í staðin súkklaðu tey Danmark runt. Nú tey koma heimaftur, hava tey súkklað 1242 kilometrar tilsamans – og vónandi hava tey savnað eina rúgvu av peningi, sum kann gera mun. Aftur í ár var Betri Stuðulsgrunnurin ein av høvuðsstuðlunum hjá Team Rynkeby Føroyar. Øll átta árini, Rykebyliðið hevur verið í Føroyum, hevur Betri stuðlað hesum góða endamálinum. Fimm tey fystu árini var Betri gullstuðul við 25.000 kr um árið, men síðani 2019 hevur Betri Stuðulsgrunnurin verið platinstuðul og latið 125.000 kr árliga.

Tilsamans rundaðu vit í ár sostatt eina hálva millión kr í stuðli hesi átta árini, gulu súkklurnar hava savnað pening til til sjúk føroysk børn og familjur teirra. Og tað er við størstu gleði, at vit eru við sum stuðul. Sum Evy Jacobsen, forstjóri, segði í heilsan síni, tá súkklararnir fóru avstað: “Tað krevst nógvur stuðul, tá eitt barn verður álvarsliga sjúkt. Tað krevst stuðul við umsorgan. Bæði fyri sjúka barninum, men eisini fyri systkjum og foreldrum. Tað krevst lekjandi stuðul. Bæði til sjálva sjúkuna, men eisini til avleiðingarnar, sum raka øll hini í familjuni. Og tað krevst fíggjarligur stuðul. Tá foreldrini verða send niður við einum sjúkum barni, hendir tað ofta frá degi til dags – og fíggjarliga rásarúmið svinnur við eitt. Hartil krevjast pengar til gransking og nýggjar viðgerðir – og til samrøðubólkar og kreppuhjálp. Hesum seinasta kunnu vit hjálpa við. Og tað hava vit fegin gjørt í átta ár.”

Tá eyðkendi guli Rynkebyhópurin 8. juli í ár setti seg á súkklurnar og helt avstað fyri at savna pening inn til børn við álvarsomum sjúkum og familjur teirra, steðgaðu tey á hjá Betri í Saltangará, har vit høvdu eina lítla móttøku fyri teimum og ynsktu teimum góða ferð. Her er ein stuttur samandráttur av hugnaligu løtuni.

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. mars, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. oktober