Betri Banki Trygging Pensjón Heim
Valmynd
Valmynd

Heilafelagið fær kr. 200.000 í adventsgávu

Nevndin í Heilafealgnum er sera takksom fyri adventsgávuna frá Betri.

Heilafelagið er áhugafelag við áleið 200 limum. Flestu limir eru rakt og avvarandi hjá fólki við seinheilaskaða. Seinheilaskaði er felagsheiti fyri skaða á heilan vegna blóðtøpp, heilabløðing, sjúku í heilanum ella heilatrauma.

Endamálið hjá Heilafelagnum er at stuðla royndum, ið hava til endamáls at minka um fylgjurnar av seinheilaskaða, apoplekasi og afasi. Heilafelagið betrar um livikorini hjá raktum, avvarandi og børnum hjá rakta,  gjøgnum kunning, ráðgeving og sosial tiltøk. Felagið skipar fyri cafefundum kring landið soleiðis, at rakt og avvarandi kunna hittast.

Árliga eru áleið 130 fólk í Føroyum, sum verða rakt av slagtilburði. Tað er ymiskt hvussu fólk koma seg eftir ein tilburð, men fylgjurnar eru ofta at missa kropsligan førleika og fáa rørslutarn í vinstru ella høgru síðu, summi verða tengd at koyristóli restina av lívinum, summi missa evnini at samskifta eins og summi fáa fatanarligar (kognitivar) avbjóðingar.

Heliafelagið hevur sum mál, at varpa ljós á týdningin av  rættari viðgerð og hjálp , so hesi  fólk kunna liva eitt gott og virkið lív,  eftir at hava yvirlivað ein slagtilburð ella eitt heilatrauma. Hesi fólk hava tørv á serkønari tvørfakligari viðgerð, og fyri nógv er neyðugt við lívslangari viðlíkahaldsviðgerð. 

Nevndin í Heilafelagnum fer í næstum  at viðgera, hvussu adventsgávan frá Betri verður brúkt skilabest fyri fólk við seinheilaskaða í Føroyum.

Túsund takk fyri og gleðilig jól!

Nevndin í Heilafelagnum

Endamál

Fremsta endamálið hjá Betri Stuðul er at skapa tryggleika umvegis stuðul. Hetta gera vit við at stuðla átøkum, felagsskapum og verkætlanum, sum betra tryggleika, heilsu og samfelag okkara.

Betri tryggleiki Betri heilsa Betri samfelag

Søk um stuðul

Umsóknarfreistir eru 15. mars, 15. mai (einans granskingarverkætlanir) og 15. oktober