Valmynd
Valmynd
icon-search Leita
Leita

Skúlaleikir

14. jun. 2021 | Tíðindi

Kanning vísir, at 85% av føroysku børnunum røra seg ov lítið. Tað vil verkætlanin Skúlaleikir broyta. 

Mann veit, hvussu gott tað er fyri børn at vera virkin og røra seg – serliga í felagsskapi. Og tann góða ítróttaupplivingin er nettupp høvuðsendamálið við Skúlaleikum. Ætlanin við verkætlanini er at fáa fleiri ítróttagreinar inn í skúlarnar. 4. og 5. -floksnæmingar sleppa komandi skúlaár at royna seg í frælsum ítrótti, flogbólti, innirógving og badminton. Hetta eru ítróttagreinar, sum ikki fyrr hava verið í skúlunum.  “Eitt er, at vit fáa meira fjølbroytni í ítróttaundirvísingina, men tað týdningarmesta er, at vit geva børnunum eina fantastiska uppliving og minni fyri lívið,” sigur Katrin á Neystabø, samskipari. Hon greiðir frá, at í Skúlaleikum er tað felagsskapurin, sum er miðdepilin; børnini fáa bara stig í bólkum og fáa eyka stig fyri at heppa á hvønn annan.  “Stuðulin, vit hava fingið frá Betri, tryggjar grundarlagið undir øllum okkara virksemi,” sigur Katrin á Neystabø, sum gleðir seg at skapa rørslugleði hjá børnum í Føroyum við verkætlanini komandi árini.

Meira tilfar og filmar: www.skulaleikir.fo