Lear Kongur –
ein hvørvisjónleikur

Góða Birita,
Tú hevur altíð verið fús at roynt okkurt nýtt, bróta upp úr nýggjum, og provokerað, um tað eftir tínum tykki, tænti einum góðum endamálið.
“Eg eri her enn”, segði tú hart og týðuliga frammanfyri eini størri samkomu.
Jú, tú ert broytt, men kjarnin er tann sama, óbroytt.
Tá ið eg varisliga spurdi teg, um vit skuldu fara at spæla sjónleik aftur, svaraði tú straks:”Ja kom”.
Og vit løgdu frá landi, út í óvissuna.
Tað hevur verið ein fragd at sæð, hvussu væl tú trívist í hesum hópinum, tú ert blomstrað av nýggjum. Tað er so týðuligt fyri meg, at hettar er títt umhvørvi.
Tað verður spennandi at síggja, um gleðin verður líka stór hjá tær at møta áskoðarunum, sum tú altíð hevur so stóra virðing fyri. Livst so spyrst.
Egi.
(inngangur tikin úr leikskránni, Lear kongur – ein hvørvisjónleikur.)